Diskotek fyri børn
So er aftur tíð til at dansa okkum heit:)
Fríggjakvøldið 6. september far vit at hava diskotek fyri børn. Tað plagar at vera stuttligt. Vit dansa og gera onkur stuttlig dansispøl
Tað er ókeypis at koma í diskotek, men vit hava sjálvandi ein lítla sodavatnsbarr, sum fer at selja slush ice, ískaka, sodavatn og snacks fyri ein bíligan penga. Kanska snilt at hava nakrar krónir við.
Byrjar:
06.09.2024 - KL. 18:00
Endar:
06.09.2024 - KL. 21:00
Komandi tiltøk
11
oktober
2026
Vit fara í heystfrí
Húsið hevur stongt fyri bæði børn og ung í heystfrítíðini - vit lata tó vælhvíld og við uppá tað upp aftur mánadagin 19. oktober 2026.
Hugni tykkum og sov nokk:)
19
oktober
2026
Kreativur dagur - børn
Mikudagur er kreativur. Kanska vit tekna, klippa, gera slím, gera negl ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í ølkum førum at vit brúka okkara kreativu evnir mikudag
19
oktober
2026
Jónas Jam
Tey ungu hava ynskt sær eina tónleikaløtu saman við Jónas. Tey ynskja at sleppa at spæla ljóðføri og at syngja, so nú hava vit syrgt fyri bæði at seta løtuna á skrá, men eisini at útvega teimum ljóðføri, so tey kunnu sleppa at spæla - har er okkurt fyri øll, so ikki er neyðugt at halda seg aftur